06-05-2020
Tann 12. apríl, skrivaðu vit soleiðis her á síðuni: "Tað var ein stór løta, tá ið Stril Merkur kom til Føroyar á fyrsta sinni. Stril Mariner mátti tíverri hinvegin verða 4 vikur afturat á norðsjónum. Vónandi fáa vit Stril Mariner at síggja í Føroyum einaferð"
Mikudagin tann 6/5 hendi júst tað, sum vit vónaðu. Stril Merkur kom fyri aðru ferð og Stril Mariner á sínum fyrsta sinni. Bæði skipini komu til Føroyar, at skifta manning, bunkra og taka proviant. Alt gekk sera væl og skjótt. Flott! 💪
Vit ynskja manningunum vælkomnum heim og góðan túr til teir, sum fóru aftur til arbeiðis. 🇫🇴🛳
Vit takka fyri myndirnar, sum fleiri hava sent okkum í hesum sambandi og ynskja øllum ein góðan dýra biðidag